04-05-2013 09:34

Hagstovan: Meira goldið í løn

Meira er goldið í lønum fyrstu mánaðirnar verður samanborið við sama tíðarskeið í fjør
Mynd: Savnsmynd

Tað er útgoldið meira í fiski- og alivinnuni og í tænastuvinnuuni. Byggivinnan hevur goldið tað sama, og minni er útgoldið innnan almennar tænastur

Uni. L. Hansen  /  Dia Midjord | 8. mai kl. 10:30 | Dagf. 8. mai kl. 10:30

Higartil í ár eru útgoldnar 59 milliónir krónur meira í lønum, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað svarar til ein vøkstur á 2,7%, sambært uppgerð hjá Hagstovuni.

Meira verður goldið innan privata sektorin. Í fiski- og alivinnuni eru 30 milliónir krónur meira útgoldið í lønum fyrstu fýra mánaðirnar. Í fiskivinnuni er framgongdin serliga í fiskavøruídnaðinum. 

Í privatu tænastuvinnunum eru 41 milliónir krónur meira útgoldnar fyrstu fýra mánaðirnar í mun til í fjør. Sama tíðarskeið hevur byggivinnan goldið á leið tað sama, meðan almennar tænastur hava goldið 11 milliónir krónur minni.


Høvundur:
Uni. L. Hansen  /  Dia Midjord
Løgd út:
8. mai kl. 10:30