09-05-2013 15:10

Frítíðarlønin seinkað

Frítíðarlønin er seinkað. SDC í Danmark hevur trupulleikar við at fáa pengarnar á kontuna hjá føroyingum
Mynd: Savnsmynd

Skandinavisk Data Center í Danmark hevur trupulleikar við at avgreiða frítíðarlønina hjá føroyingum, sum ikki verður á kontuni til tíðina

Dia Midjord | 2. mai kl. 09:59 | Dagf. 2. mai kl. 10:35

Frítíðarlønin fyri 2011 er ikki komin á konto í dag 2. mai, sum ætlað. Tað sigur Elektron í skrivi til miðlarnar.

Elektron hevur gjørt neyðugu koyringarnar klárar vegna TAKS, men SDC í Danmark hevur trupulleikar við at avgreiða málið fyri føroysku peningastovnarnar, verður sagt í skrivi. Tey, sum vilja vita meira um frítíðarlønina, kunnu ringja til peningastovnarnar.



Høvundur:
Dia Midjord
Løgd út:
2. mai kl. 09:59
Dagførd:
2. mai kl. 10:35