Vit mugu fáa greiðu á, hvørjir okkara týdningarmestu peningastovnar eru. Tað heldur formaðurin í javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen, sum umboðar flokkin í fólkatinginum. Aksel hevur sett danska vinnumálaráðharranum, Ole Sohn, fyrispurning um systemisk týdningarmiklar bankar í Føroyum.
Danski vinnumálaráðharrin hevur sett eina serfrøðinganevnd at greina systemiskt týdningarmiklar peningastovnar (SIFI) í Danmark. Grundgevingin er, at Danmark hevur nakrar høvuðspeningastovnar, sum hava avgerandi týdning fyri búskapin, koma teir í trongstøðu.
- Á sama hátt mugu vit eisini vita, hvørjir bankar í Føroyum eru ov stórir at fara á húsagang, sigur Aksel V. Johannesen:
