Stjórin í Norðoya Sparikassa, Marner Mortensen, fegnast um úrslitið, sjálvt um tað vísir slakar tvær milliónir krónur í halli. Orsøkin er, at bankin hevur havt stór hall seinastu trý árini, og sæð í tí ljósinum, eru 1,8 mió. kr. rættiliga avmarkað, sigur stjórin.
Í 2010 hevði Norðoya Sparikassi eitt hall á 57,8 milliónir krónur, so talan hevur verið um eina munandi framgongd. Grundraksturin batnaði munandi í fjør. Størsta einstaka broytingin er at finna í avskrivingum og niðurskrivingum upp á skuldarar. Tær fóru úr góðum 49 mió. kr. í 2010 og niður í 11,3 mió. kr. í 2011.
Marner Mortensen, stjóri í Norðoyar Sparikassa, er bjartskygdur um framtíðina. Hann væntar, at útlit eru fyri avlopi í grundrakstrinum hjá Norðoyar Sparikassa í ár.
