Í morgin hevur kroatin, sum er skuldsettur fyri at hava beint fyri Dánjali Peturi Hansen, verið fimm mánaðir í varðhaldinum, meðan politiið hevur kannað málið.
Bergleif Brimvík, kanningarleiðari, sigur, at nú verður bíðað eftir mentalkanningini. Men kriminalpolitiið er farið at fyrireika málið at leggja fyri fútan til støðutakan.
- Nakrar avhoyringar verða eisini gjørdar, sigur Bergleif Brimvík, kriminalovasti.
