Nógv umrøtt hondbóltsmál fyri hægsta dómstólin

Greiða skal nú fáast á, hvat veruliga hendi í Klaksvík undir hondbóltsdystinum 13. mars. Málið fer nú fyri hægsta dómstólin
Mynd: © Kringvarp Føroya

Ítróttardómstólurin hjá ÍSF skal nú fáa greiðu á, hvat veruliga hendi í Klaksvík undir hondbóltsdystinum 13. mars 2012 millum Stjørnuna og Neistan

Bergljót D. Hentze | 12. apr kl. 20:22 | Dagf. 13. apr kl. 07:42

Hendingin fór fram, tá viðhaldsfólk hjá Stjørnuni róptu ókvæmisorð eftir einum útlendskum leikara hjá Neistanum. Tað er ikki ofta, at mál enda í ítróttardómstólinum, tí síðani hann varð settur á stovn fyri 12 árum síðani, hava bert sjey mál verið til viðgerðar.



Løgd út:
12. apr kl. 20:22
Dagførd:
13. apr kl. 07:42