Dokumentarurin: »Reyðar baklyktir á vegnum«
Dokumentarurin »Reyðar baklyktir á vegnum« varpar ljós á fyrstu útgávana hjá Terja & føstufresum, ið eisini varð skýrd aldarinnar útgáva um aldarskiftið
Mynd:
© Kringvarp Føroya
Í 1990 kom fyrsta útgávan hjá Terja & føstufresum út, ið nú er seld í 9000 eintøkum. Her er søgan um bólkin handan aldarinnar útgávu
Dokumentardeildin |
12. apr kl. 21:20 |
Dagf. 15. apr kl. 14:47
Dokumentarurin varpar ljós á útgávuna, ið er vorðin fólkaogn fram um allar aðrar føroyskar tónleikaútgávur í føroysku tónleikasøguni.
Lagt til rættis: Suni Merkistein og Hans Petur Hansen.
Løgd út:
12. apr kl. 21:20 Dagførd:
15. apr kl. 14:47