10-05-2013 05:12

Fýra vikur aftrat í varðhaldi

Mynd: Savnsmynd

19 ára gamli maðurin, sum er varðhaldsfongslaður fyri neyðtøkuroyndir, skal vera fýra vikur afturat í varðhaldinum.

Høgni Djurhuus  /  Dia Midjord | 2. apr kl. 09:40 | Dagf. 2. apr kl. 09:40

19 ára gamli maðurin, sum er varðhaldsfongslaður fyri neyðtøkuroyndir, skal vera fýra vikur afturat í varðhaldinum. Bíðað verður millum annað eftir mentalkanningini, sigur verjin hjá manninum, Bjørn á Heygum.

Ungi maðurin er skuldsettur fyri fimm neyðtøkuroyndir í Havn. Hann játtar seg sekan í trimum førum. Men hann játtar seg ikki sekan í neyðtøkuroynd í teimum báðum seinastu gerðunum, hann er skuldsettur fyri.   

Maðurin varð tikin og varðhaldsfongslaður fyrst í februar fyri neyðtøkuroynd í Viðarlundini í Havn. Tá politiið fór at spyrja hann um aðrar neyðtøkuroyndir í Havn, játtaði hann seg sekan í trimum førum. 

Neyðtøkuroyndirnar, maðurin er skuldsettur fyri, vóru í juni í 2010, í juli og oktober í 2011, og tvær í januar í ár. Maðurin er eisini skuldsettur fyri tað, sum í revsilógini eitur "anden kønslig omgængelse end samleje."

Í dag er fýra vikur, síðani varðhaldsfongslingin varð longd. Maðurin og verji hansara góðtóku, at varðhaldsfongslingin verður longd í fýra vikur afturat.    


Løgd út:
2. apr kl. 09:40