14-03-2013 12:49

739 børn og ung mistu partapening í Eik

Fleiri enn 700 børn og ung mistu eisini pening í partabrøvum, tá Eik fór av knóranum.
Mynd: Savnsmynd

TAKS hevur sent blaðungum partaeigarum kapitalvinningssjálvuppgávu fyri 2011

Høgni Djurhuus  /  Johnsigurd Johannesen | 20. mar kl. 15:30 | Dagf. 20. mar kl. 15:30

Millum tey mongu, sum stóðu eftir við virðisleysum partabrøvum, tá Eik Banki fór, eru 739 børn og ung undir 16 ár.

Tað upplýsir TAKS, sum nú hevur sent hesum blaðungu partaeigarunum kapitalvinningssjálvuppgávu fyri 2011, sum var árið, tá partabrøvini í Eik gjørdust null verd.

Men heilt virðirleys eru tey tó ikki, tí tapið kann dragast frá í møguligum kapitalvinningsskatti, tað er skattur av rentuinntøku og vinningi av virðisbrævahandli.

Vanliga sendir TAKS hvørki skattauppgerð ella sjálvuppgávu til børn og ung undir 16 ár.

Hóast børn og ung eisini undanfarin ár hava átt virðisbrøv, so hava tey ikki í serliga stóran mun havt staðfestan vinning ella staðfest tap av sínum virðsbrøvum, tí tey hava ikki handlað við virðsbrøvunum, sigur TAKS. 



Løgd út:
20. mar kl. 15:30