21-05-2013 17:45

Kunnu draga hall fyri partabrøv frá

Mynd: Savnsmynd

8.000 skattgjaldarar fáa serliga sjálvuppgávu, har m.a. ber til at draga hallið á partbrøvum í gamla Eik Banka frá

Johnsigurd Johannesen | 5. mar kl. 11:13 | Dagf. 5. mar kl. 11:16

Tey, sum mistu pening, tá partabrævið í gamla EIk Banka varð niðurskrivað til 0, kunnu geva tapið upp á kapitalvinningssjálvuppgávuni fyri 2011.


TAKS sendir í hesum døgum kapitalvinningssjálvuppgávu til slakar 8.000 skattgjaldarar. Hetta eru fólk, sum í fjør hava selt virðisbrøv sambært upplýsingum frá peningastovnum, og tey, ið áttu partabrøv í Eik.

Men treytir eru fyri at geva tapið av partabrøvum upp á sjálvuppgávuni. Hall kann bert dragast frá kapitalvinningsskatti og ikki frá persónsskatti. Tað merkir, at hevur tú ikki vinning av øðrum virðisbrøvum, vinningsbýti ella renutinntøku, men hevur tú bert eitt staðfest tap av virðisbrøvum, so hevur tú heldur ongan kapitalvinningsskatt at draga tapið frá, sigur TAKS.

Hall á kapitalvinningsuppgerðini kann uttan tíðaravmarking flytast fram og nýtast í uppgerðum næsta ár, til alt hallið brúkt upp.

Tey, sum hava lænt pening at keypa partabrøv fyri, kunnu draga rentuna av láninum frá í kapitalvinningssjálvuppgávuni. Hall av slíkum rentuútreiðslum kann flytast fram til næsta ár, tó mesta lagi fimm ár.



Løgd út:
5. mar kl. 11:13
Dagførd:
5. mar kl. 11:16