Kann ikki burturvísa næmingi fyri ólógliga parkering

Mynd: Savnsmynd

Tað krevst lógarheimild at áseta revsing fyri at bróta lóg ella kunngerð, og tað hevur Skúlin í Hoydølum ikki, sigur Løgtingsins umboðsmaður

Høgni Djurhuus  /  Johnsigurd Johannesen | 5. mar kl. 08:43 | Dagf. 5. mar kl. 08:44

Skúlin í Hoydølum hevði onga heimild til at burturvísa einum næmingi fyri at seta bilin á skeivum staði. 

Ásetingin um revsing í skilhaldsreglunum hjá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum skal strikast. 

Tað sigur Løgtingsins umboðsmaður, sum eisini hevur biðið Mentamálaráðið um at strika ásetingina um revsing í kunngerðini, sum reglur skúlans vísa til.  

Skúlin í Hoydølum eigur skjótast gjørligt at strika ásetingina um burturvísing fyri at bróta skilhaldsreglur skúlans. 

Løgtingsins umboðsmaður hevur viðgjørt nógv umrødda málið um næmingin í Hoydølum, sum varð burturvístur fyri at bróta reglur skúlans um parkering.

Niðurstøðan hjá Løgtingsins umboðsmanni er greið: 

Avgerð skúlans, sum Mentamálaráðið annars staðfesti, var ólóglig.

Løgtingsins umboðsmaður sigur, at tað er ein rótgrógvin løgfrøðilig fatan, at greið lógarheimild krevst til at áseta revsing fyri at bróta eina lóg ella eina kunngerð. Føroya Studentaskúli og HF-skeið kann tí ikki brúka eina grein í studentaskúla-kunngerðini sum heimild til at burturvísa einum næmingi fyri brot á reglur skúlans um parkering. 

Til tess krevst, at løgtingslógin um studentaskúlar hevur eina greiða áseting, sum loyvir revsing fyri brot á skilhaldsreglur skúlans. 

Og tað hevur lógin ikki. 



Løgd út:
5. mar kl. 08:43
Dagførd:
5. mar kl. 08:44