Annika Olsen: Lønin hjá pedagogum er niðurgerandi
Landsstýriskvinnan í almannamálum leggur seg nú út í sáttmálatrætuna millum arbeiðsgevararnar og pedagogarnar
Anna V Ellingsgaard / Johnsigurd Johannesen |
20. feb kl. 09:04 |
Dagf. 20. feb kl. 09:04
Annika Olsen vísir á, at verkfallið rakar einamest eitt øki, sum hon varðar av, og heitir á partarnar um at finna eina loysn skjótast tilber.
Hon heldur lønina hjá pedagogunum vera beinleiðis niðurgerandi, og tekur undir við, at pedagogarnir fáa hægri løn og betri tíð til fyrireiking. Hoyr samrøðu við Anniku Olsen í útvarpstíðindunum.

Løgd út:
20. feb kl. 09:04