Gissur Patursson hevur gjørt eina uppgerð yvir mest seldu føroysku fløgur. Uppgerð byggir á tøl frá Gramex Grunnurin, sum hevur fingið síni tøl frá nærum øllum framleiðarum av føroyskum fløguútgávum.
Uppgerðin, sum fyrrverandi stjórin í fløguhandlinum 3-aranum í SMS hevur gjørt, sigur tó einki um, hvussu nógv eintøk, sálmafløgan, ið Kringvarpið hevur staðið fyri, seldi í fjør.
Á øðrum plássi yvir mest seldu fløgur í fjør er eisini ein fløga, sum Kringvarp Føroya var við til at gera, nevniliga fløgan hjá Tórshavnar Big Band við Havnarløgum, sum kom út í vár.
Mest seldu føroysku fløgurnar í 2011:
1.: Syng Min sál 2 - Kringvarp Føroya
2.: Úr Sangskattinum - Tórshavnar Big Band
3.: Kom við mær - Páll Finnur Páll
4.: Enn Stendur Hurð Mín Opin - Hallur
5.: Belias Synir - Swangah Dangah
6.: Ævintyrarferðir vid Dánjal & Búa Dam
7.: Góðir Gamlir Slagarar- Árni & Marner
8.: Nicolina - Nicolina av Kamarinum
9.: Dýrabar Minnir - Alex Bærendsen
10: Letter From The Faroes - Lena Andersen
10: Beyond The Grey - Guðrið Hansdóttir