Summarfestivalurin
og Klaksvík hava mist steypafinaluna um
Løgmanssteypið í fótbólti til Havnina og Tórsvøll.
Eftir at
Løgmansfinalan í fótbólti tvey ár á rað hevur verið spæld í Klaksvík á
Summarfestivalinum, er hon aftur endað í høvuðstaðnum á Tórsvølli.
Tað hevur nevndin
í Fótbóltssambandi Føroya avgjørt, og hesum kunnaði hon feløgunum frá á
aðalfundinum á Hafnia í dag.
Bæði mans- og
kvinnufinalan verða spældar 25. august á Tórsvølli í Gundadali í Havn.
Tummas Lervig, formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag, skilir ikki avgerðina men góðtekur hana.
- Tað er ein avgerð, sum er tikin á einum hægri stað, sum vit ikki kunnu ávirka, og tað mugu vit bara fyrihalda okkum til, sigur Tummas Lervig.
Christian Andreasen, FSF-forseti vil ikki grundgeva fyri avgerðini; men hann vísir aftur, at orsøkin er ónøgd við klaksvíkingar.
- Samstarvið við klaksvíkingar hevur verið gott, sigur Christian Andreasen.
