16-05-2013 18:28

Fyrrverandi týski forsetin ákærast fyri mutur

Mynd: Savnsmynd

Ríkisákærin í Týsklandi fer í dag at kanna, um fyrrverandi forsetin Christian Wulff skal ákærast fyri mutur.

Finnur Jensen | 18. feb kl. 10:50 | Dagf. 18. feb kl. 10:52

Tað boðar ein talsmaður fyri ákærumyndugleikan í Hannover, heimbýnum hjá fyrrverandi forsetanum, frá, sambært ritzau og dpa.

Wulff legði frá sær í gjár eftir bert 20 mánaðar sum forseti i Týsklandi, eftir at ákærumyndugleikin fyrrakvøldið bað Forbundsdagen um at upphevja órinið.

Ákærumyndugleikin heldur, at illgruni er um, at Christian Wullf í síni tíð sum ráðharraforsetanum í Niedersachsen tiltuska sær persónligar og fíggjarligar fyrimunir, tí hann er vinur við stjóran í einum filmsgrunni, David Groenwold, sum eisini verður skuldsettur.

Felagið hjá filmsgrunnastjóranum fekk síðst í 2006 tilsøgn um ríkistrygd frá Niedersachsen á 30 milliónir krónur. Trygdin varð tó ongantíð nýtt.

Nakrar mánaðir áðrenn hevði stjórin í filmsgrunninum lánt táverandi ráðharraforsetanum í Niedersachsen eina fartelefon og fekk pengar afturfyri. Eisini bjóðaði stjórin bæði Wulff og konuni eina ferð til norðurtýsku oynna Sild. 

At enda bjóðaði Groenewold parinum til filmsveitslu í Munchen. Tey fingu bæði hotell og daddu goldna.

Fyrrverandi forsetanum hevur seinni goldið fyri ókeypis tænasturnar, sigur hevur advokaturi hjá Wulff sagt.

Verður Wullff funnin sekur, kann hann vænta upp í 3 ára fongsulsrevsing.


Høvundur:
Finnur Jensen
Løgd út:
18. feb kl. 10:50
Dagførd:
18. feb kl. 10:52