19-05-2012 19:50

FSF: Feløgini skulu rinda lønina rættstundis

Nú skal vera slutt við, at fótbóltsfeløg skylda leikarum pening, heldur formaðurin í FSF, Christian Andreasen
Mynd: Savnsmynd

Gongst, sum Fótbóltssamband Føroya vil, skal ikki longur bera til hjá fótbóltsfeløgum at skylda leikarum lønir.

Finnur Jensen | 18. feb kl. 10:17 | Dagf. 18. feb kl. 10:20

Fótbóltssamband Føroya hevur aðalfund klokkan 13 í dag.

Á borðinum liggur millum annað eitt uppskot um at herða krøvini til lønarviðurskifti millum feløg og leikara.

 - Nú skulu feløgini tvær ferðir árliga lata inn váttanir frá Taks, sum vísa, at tey ikki hava lønareftirstøður, sigur Christian Andreasen, forseti í FSF.

Fylgja feløgini ikki reglurnar, kunnu tey missa trý stig.

Verður uppskotið samtykt á aðalfundinum seinni í dag, koma herdu reglarnar í gildi næsta kappingarár.



Høvundur:
Finnur Jensen
Løgd út:
18. feb kl. 10:17
Dagførd:
18. feb kl. 10:20