Samstarvsavtala millum Tórshavnar- og Esbjerg kommunu
Samstarvsavtalan, sum bæði býráð hava samtykt, gevur ríkar møguleikar fyri samstarv innan konkret øki sum offshore, ferðavinnu, vinnumenning, gransking og útbúgving, sigur Jákup Egholm Hansen, tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu
Kári Olsen |
15. feb kl. 09:47 |
Dagf. 15. feb kl. 09:47
- Tilknýtið til havnina og havið er ein stórur partur av okkara samleika og hevur havt stóran týdning fyri fíggjarligu menningina í báðum kommununum. Hetta segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tá eitt ferðalið frá kommununi var á kunningarferð í Esbjerg. Endamálið við ferðini var eitt nú, at gera eina samstarvsavtalu millum kommununar, so starvsfólk kunnu flyta millum í eitt ávíst tíðarskeið.
Løgd út:
15. feb kl. 09:47