19-05-2012 23:09

Nýta føroyskan film í undirvísingini

Mynd: Savnsmynd

Filmurin "Skýming" verður lagdur á undirvísingarportalin Snar, so allar skúlar í landinum kunnu síggja hann

Johnsigurd Johannesen | 13. feb kl. 11:19 | Dagf. 14. feb kl. 10:22

Nú verður enn ein nýggjur føroyskur filmur tøkur til undirvísing. 

Nám hevur gjørt sáttmála við Anton Petersen um filmin “Skýming”, sum í gjár fekk gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum.

Sáttmálin ásetur, at Nám kann leggja filmin á undirvísingarportalin Snar, so allir skúlar í landinum kunnu síggja hann. Eisini fara uppgávur at verða gjørdar, so filmurin kann brúkast í framhaldsdeild fólkaskúlans og á miðnami.

Nám hevur á sama hátt keypt rættindini til at vísa filmin “Passasjeren” í skúlunum og gjørt uppgávur til filmin.

Í januar skipaði Nám fyri skeiði at brúka stuttfilm í undirvísingini. Tá segði skeiðslærarin, Jan Berg Jørgensen, at lærarar kring landið sóknast stórliga eftir at fáa føroysku stuttfilmarnar tøkar til undirvísingina.

- Hepnast henda ætlan væl, so verður hildið fram at skapa eitt savn av føroyskum stuttfilmum til undirvísing, sum er opið fyri allar skúlar í landinum at brúka, sigur Magnus Tausen, stjóri í Námi.

Mynd: William Bærentsen er ein av leikarunum í filminum "Skýming," sum allir skúlar í landinum nú fáa høvi at síggja á undirvísingarportalinum Snar



Løgd út:
13. feb kl. 11:19
Dagførd:
14. feb kl. 10:22