13-05-2013 17:25

Nýggja flogfarið flýgur væntandi 28. mars

Mynd: Savnsmynd

Nú líður so væl at smíða nýggja Airbus-flogfarið hjá Atlantsflogi, at felagið væntar, at tað verður sett í rutu sjálvan 24 ára føðingardagin, 28. mars.

Johnsigurd Johannesen | 13. feb kl. 09:23 | Dagf. 13. feb kl. 09:24

Nýggja Airbus-319 flogfarið, sum Atlantsflog letur byggja, verður í hesum døgum sett saman á verksmiðjuni hjá Airbus í Hamburg

Flogfarið, sum hevur fingið seriunummarið 5079, kom í framleiðsluhøllina hjá Airbus í Hamburg fyrst i februar. Vanliga gongur hálvur annar mánaður frá tí, at flogfarið kemur í framleiðsluhøllina, til tað er liðugt og latið keyparanum.

Í framleiðsluhøllini í Hamburg verður allur skrokkurin settur saman, og upp undir vikuskiftið vórðu eisini veingirnir festir á flogfarið. Sjálvt  velið er næsti luturin, sum verður festur á flogfarið. Tá allur skrokkurin er settur saman, verður flogfarið málað, og síðani verða motorarnir festir upp undir veingirnar. Tá er klárt at royndarflúgva flogfarið og at fara undir at búgva tað til rakstur.

Tá Airbus-verksmiðjan er liðug við sítt arbeiði, verður gjørt klárt at lata flogfarið. Flogfarið skal aftur royndarflúgvast, øll sáttmálaviðurskifti millum framleiðara og keypara verða avgreidd eins og góðkenningin frá myndugleikum.

Sjálvur dagurin fyri, at flogfarið verður latið, er ikki ásettur enn, men flogfarið kemur mest sannlíkt fyri 24 ára føðingardagin 28. mars, tá tað eftir ætlan skal setast í rakstur millum Føroyar og Keypmannahavn.

Drúgv fyrireiking

Hóast Airbus-flogførini vanliga verða mett sum fronsk framleiðsla, er talan um eitt felags evropeiskt samstarv, har fyritøkan letur ymsu sektiónirnar byggja í ymsum londum á evropeiska meginlandinum og í Bretlandi. Síðan verða allir partarnir fluttir á Airbus-verksmiðjuna í Hamburg, har flogfarið verður sett saman, og øll útgerð verður monterað og roynd.

Fyri Atlantic Airways er nógv arbeiði í fyrireikingunum at byggja eitt nýtt flogfar og laga raksturin til flúgving við einum nýggjum slagi av flogfari.

Ein fyrireikingarbólkur hevur verið virkin, síðan sáttmálin varð undirskrivaður tíðliga í 2008. Fyrireikingarnar hava snúð seg um at allýsa spesifikatiónirnar á flogfarinum og fyrireika, at flogfarið verður tikið í nýtslu.

Í fyrra partinum skal støða takast til tekniska, operativa, handilsliga og fíggjarliga grundarlagið undir framtíðar virkseminum hjá felagnum. Í seinna førinum snýr arbeiðið seg um at fyrireika felagsins rakstur til nýggja flogfarið við útbúgving, mannagongdum, ferðaætlanum og øðrum.



Løgd út:
13. feb kl. 09:23
Dagførd:
13. feb kl. 09:24