Songkvinnan Whitney Houston er deyð
Amerikanska song- og sjónleikarakvinnan Whitney Houston varð í nátt funnin deyð, á einum hotellkamari í Los Angeles, 48 ára gomul. Deyðsorsøkin er ókend
Bjarni Mohr |
12. feb kl. 08:32 |
Dagf. 12. feb kl. 16:16
Við sangum sum eitt nú Where Do Broken Hearts Go, Saving All My Love For You og Greatest Love of All, hevur Whitney Houston vunnið sær heiður og virðislønir innan tónleikaídnaðin síðani 1985.
Tónlistarliga hæddarpunktið í lívi Whitney Houstons var í 1992. Tá leikti hon við og gjørdi tónleik til filmin The Bodyguard, ið eisini tryggjaði henni met í Bretlandi, tá sangurin I Will Always Love You var tíggju vikur nummar eitt.
Lív hennara var tey seinnu árini merkt av trupulleikum. Tey fyrstu árini í einum truplum hjúnarlagi og árini eftir tað stríddist hon við rúsevnistrupulleikar, sum hon ongantíð reiðiliga kom burturúr.
Løgd út:
12. feb kl. 08:32 Dagførd:
12. feb kl. 16:16