Stjørnan og Neistin steypavinnarar

Mynd: Savnsmynd

Sigursvandu steypavinnararnir, Stjørnan og Neistin, vunnu enn einaferð. Hetta er sjeyndi steypasigurin hjá Stjørnuni seinastu níggju árini, meðan Neistin vann steypið hjá monnunum fjórða árið á rað

Leivur Frederiksen | 11. feb kl. 20:06 | Dagf. 11. feb kl. 20:07

Hóast VB stríddist allan dystin, so var tað Stjørnan, sum var omaná. Serliga fyrri hálvleikur var javnur. Liðini skiftust um at hava eina eitt-máls leiðslu. Men tá 27. min vóru farnir fekk VB eina 2 min. útvísing. Hesum dugdi Stjørnan at gera sær dælt av. Stjørnan fekk fleiri mál, meðan VB einki fekk og fór tí til hálvleik við einari 13-10 leiðslu.

Í seinna hálvleiki royndi VB at fáa Stjørnuna aftur, men hetta eydnaðist ongantíð, serliga takkað verið eini vælspælandi Simonu Petersen. Hon gjørdist toppskjútti í dystinum við 10 málum. Endin var, at Stjørnan vann 27-23. 

Eftir dystin blivu dagsins leikarar valdir. Simona Petersen bleiv vald til besta leikara hjá Stjørnuni, meðan Gurið Mortensen bleiv besti leikari hjá VB. VB málverjin, Jurate Jankatiene spældi eisini ein góðan dyst og kundi líka so væl blivið dagsins leikari hjá VB.

Hjá monnunum gjørdist dysturin ongantíð veruliga spennandi. Liðini fylgdust fyrstu 10 minuttirnar, men so vísti Neistin sína styrki. Neistin hevði lætt við at skjóta mál, meðan tað gekk striltið hjá H71. Tó var dagsins leikari í dag, Halgir Dahl Olesen, væl fyri, hann skeyt tilsamans 11 mál.

Hálvleiksstøðan var 18-13 til Neistan.

Lítið og einki broyttist í seinna hálvleiki. Neistin brúkti breiddina í hópinum og setti fleiri nýggjar leikarar inn, meðan H71 brúkti teir somu. Hetta vísti seg at blíva ov strævið fyri hoyvíkingar, tí hóast teir minkaðu nakað um Neista-leiðsuna, so var ongantíð nakar ivi um, hvør fór at vinna dystin. Neistin vann 30-27. Sostatt hevur Neistin vunnið steypakappingina hjá monnum fjórða árið á rað.

Halgir Dahl Olesen bleiv valdur til dagsins leikara hjá H71. Finnur Hansson var bestur hjá Neistanum


Høvundur:
Leivur Frederiksen
Løgd út:
11. feb kl. 20:06
Dagførd:
11. feb kl. 20:07