Triðingurin vil varðveita Eysturkommunu sum hon er

Mynd: Savnsmynd

Eysturkommuna hevur spurt borgararnar, hvat teir halda kommunusamanlegging. Ein lítil triðingur vil leggja saman við fuglfirðingum

Jón Brian Hvidtfeldt  /  Johnsigurd Johannesen | 7. feb kl. 11:31 | Dagf. 24. apr kl. 22:45

Ein lítil triðingur av borgarunum í í Eysturkommunu vil, at kommunan heldur fram sum sjálvstøðug kommuna, og nærum eins nógv vilja leggja saman við Fuglafjarðar kommunu.

Tað vísir ein kanning, sum kommunan hevur latið gjørt, og sum varð almannakunngjørd á borgarafundi í gjárkvøldið. 

20 prosent svara, at tey vilja leggja saman við allari Eysturoynni, seks prosent svara annan møguleika, t.e. fyrst og fremst Klaksvík, og 15 prosent siga seg ikki vita.

Eftir ætlan verður fólkaatkvøða um kommunusamanlegging í mars. Landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, hevur sagt, at stendur tað til hansara, verður landið býtt í sjey kommunur. 

Eftir tí leistinum verður øll Eysturoyggin ein kommuna.



Løgd út:
7. feb kl. 11:31
Dagførd:
24. apr kl. 22:45