Týdningarmikið at børn fáa eina góða skúlabyrjan
Skúlabyrjanin hjá børnum er av alstórum týdningi, sigur Annika Antoniussen kandidatur í pedagogiskari sosiologi
Sára Jógvansdóttir |
7. feb kl. 10:10 |
Dagf. 7. feb kl. 10:14
Børn eru ymisk og tískil er tað týdningarmikið at teirra tørvur og menningarstøði verður møtt, sigur Annika Antoniussen. Summi børn eru fagliga klár at byrja í 1. flokki, men summi eru ikki og teimum skal tað eisini vera pláss fyri. Tískil er tað týdningarmikið, at barnið verður møtt har tað er, og at umhvørvið verður gjørt so áhugavert sum gjørligt fyri barnið, bæði gjøgnum mál, støddfrøði, spæl, tónleik og annað, sigur Annika Antoniussen.
Høvundur:
Sára Jógvansdóttir