Klokkan 10 fyrrapartin setti Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, Ungdómstingið 2012.
Tilsamans níggju lógaruppskot og uppskot til samtyktar eru á skránni.
Millum annað hava næmingar úr Nám X í Eysturskúlanum í Havn lagt uppskot fram um at broyta fólkaskúlalógina, soleiðis at kristniundirvísingin í framhaldsdeildini verður broytt til at snúgva seg um heimsátrúnað og religión. Næmingar úr Vágs skúla leggja fram uppskot til samtyktar um at strika meirvirðisgjald á frukt og grønmeti.
Tá Ungdómstingið er sett, verða lógaruppskotinii og uppskotini til samtyktar løgd fram.
Seinnapartin verða nevndarviðgerðir, og álit verða skrivað, áðrenn uppskotini verður liðugt viðgjørd fyrrapartin í morgin.
Seinnapartin í morgin eru ófráboðaðir fyrispurningar til landsstýrisfólk.
