Føroyingar á asiatiskum tindum
Tveir føroyingar liggja ovast á tónleikasølulistunum í Japan í løtuni
Sigrún Brend / Johnsigurd Johannesen |
6. feb kl. 11:57 |
Dagf. 6. feb kl. 13:42
Óli Jógvansson og Bárður Háberg hava gjørt lagið, sum verður sungið á kinesiskum. Teir hava eisini gjørt løg til aðrar útlendskar tónleikarar, sum verða nógv seldar. Eitt nú hevur ein fløga verið nummar eitt í Teivan. Dagur og Vika hava hitt tónasmiðirnar.