Missa trúvirðið av stavivillum
Føroyingar hjúkla ikki nóg mikið um tað skrivliga arbeiðið, heldur Randi Kúrberg
Sára Jógvansdóttir |
2. feb kl. 11:05 |
Dagf. 2. feb kl. 11:11
Til ber at læra at skriva rætt føroyskt við miðvísum arbeiði, sigur Randi Kúrberg, sum undirvísir í føroyskari rættskriving. Hon heldur ikki, at føroysk er eitt torført mál, samanborið við onnur mál, men at námsfrøðin møguliga er ov vánalig. 