25.
februar til 4. mars skal føroyska A-landsliðið hjá monnum á venjingarlegu í La
Manga í Spania. Í hesum sambandi skipar Lars Olsen, landsliðsvenjari, fyri fýra úttøkuvenjingum. Tríggjar venjingar vóru í januar, meðan tann fjórða verður í Gundadali mikudagin.
Saman við Jóannes Jakobsen, hjálparvenjara, hevur Lars Olsen sent boð eftir 21 leikarum til hesa venjingina.
Teir úttiknu eru:
Kristian Joensen, 07 Vestur
Atli
Danielsen, Meinhard Joensen og Súni Olsen, B36
Jann
Ingi Petersen, B68
Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen, EB/Streymur
Heini Vatnsdal, FC Suðuroy
Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Rógvi Holm og Símun Samuelsen,
HB
Jákup Mikkelsen og Bogi Løkin, ÍF
Hjalgrím Elttør, KÍ
Einar T. Hansen og Jústinus R. Hansen, NSÍ
Atli
Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen og Sølvi Vatnhamar,
Víkingur
Felagið, sum er nevnt omanfyri, er felagið, sum leikarin umboðar sambært
leikaraskipanini hjá FSF.