Ungar eldsálir innan filmsframleiðslu

Mynd: Savnsmynd

Í skúlanum við Ziskatrøð í Klaksvík hava tey fingið lærugreinina miðlalæra inn í skúlatímarnar til teir eldru flokkarnar. Fleiri evnaríkir næmingar eru longu at síggja og ein teirra er 16 ára gamli Klæmint Klakk

Sára Jógvansdóttir | 1. feb kl. 16:09 | Dagf. 1. feb kl. 16:10

Signar á Brúnni skúlastjóri metir, at lærugreinin miðlalæra er komin fyri at vera. Ein av næmingunum, sum hevur miðlalæru, er Klæmint Klakk, ið hevur gjørt eina ørgrynnu av filmum, og hann sigur seg elska, at arbeiða við filmsframleiðslu og sjónleiki. Fleiri av hansara filmum liggja á youtube, og fleiri túsund hyggjarar hava sað hansara filmsverk.

Høvundur:
Sára Jógvansdóttir
Løgd út:
1. feb kl. 16:09
Dagførd:
1. feb kl. 16:10