Hugskotskapping um nýggjan miðbý í Klaksvík
Hugskotskappingin um nýggjan miðbý til Klaksvík er fingin í lag, fyri at fáa nýggj hugskot til, hvussu Klaksvík kann troyta teir møguleikar, sum liggja í miðøkinum í býnum.
Sára Jógvansdóttir |
1. feb kl. 16:27 |
Dagf. 1. feb kl. 16:28
Gunnvá við Keldu borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu sigur, at tað er týdningamikið, at allir borgarar í kommununi hava møguleika, at koma við teirra hugskoti, til ein miðbý í Klaksvík í nýggjum hami. Ein borgari í Klaksvíkar kommunu, sum hevur fingist við handilslív í mong ár, er Søren Ziska Jacobsen, sum sigur, at út frá royndum, má nýggi miðbýrin liggja har tað er veðurbart.
Høvundur:
Sára Jógvansdóttir