Strandaðir stórhvalir

Mynd: Savnsmynd

Tað hendir viðhvørt, at stórhvalur ger landgongd ella rekur deyður inn á land. Á ársins fyrsta degi lá ein avgustur millum Hvalba og Nes.

Sára Jógvansdóttir | 31. jan kl. 09:41 | Dagf. 31. jan kl. 09:42

Náttúrugripasavnið hevur fingið fráboðanir um 24 avgustar síðani 1976. Skrásetingarnar eru frá øllum landinum og javnt deildar yvir árið, so sigast kann ikki, at vit hava nakra serliga árstíð fyri avgust. Avgustar, sum koma upp á land, verða hálaðir aftur til sjós, men av tí at avgustur fyllist við gassi, tá hann doyr, flotnar hvalurin og rekur summar tíðir aftur til lands.

Høvundur:
Sára Jógvansdóttir
Løgd út:
31. jan kl. 09:41
Dagførd:
31. jan kl. 09:42