Ein fullsett Hoyvíkshøll legði í kvøld karmarnar um størstu sensasjónina í hesum kappingarárinum. Næstbesta liðið hjá H71 tók øll av bóli og vann á KÍF, sum hevur verið nógv tað besta liðið í landskappingini.
Næstbesta liðið hjá H71 hevði sjálvsagt møguleikan, tí teir høvdu bara tapt fyrru hálvfinaluna við einum máli. Tó vóru tað bara tey mest bjartskygdu í Hoyvík, sum trúðu upp á, at tað fór at bera til. Tey bjartskygdu fingu tó rætt.
KÍF var á odda 15-14 í hálvleikinum, men við góðum spæli og sterkum vilja eydnaðist tað H71 at vinna dystin. Nógvu áskoðararnir, sum vóru komnir til dystin, bóru liðið fram, og endin var, at H71 vann 27-24.
Halgir Dahl Olsen bleiv toppskjútti fyri H71 við níggju málum. Hans Áki Dahl Christiansen bleiv toppskjútti fyri KÍF, hann skeyt eisini níggju mál.
H71 skal møta Neistanum í finaluni. Finalan verður 11. februar í høllini á Hálsi
Mynd av H71 leikarum: Myndin er tikin beint eftir dystin. H71.fo eigur myndina.