Makrelsamráðingarnar í Bergen hesa vikuna millum strandarlondini ES, Føroyar, Ísland og Noreg góvu einki úrslit.
Samráðinngarnar vístu, at enn er langt millum partarnar. Tað, sum skilir, er spurningurin um, hvussu heildarkvotan av makreli skal býtast millum londini.
Strandalondini hava kortini avtalað at hittast aftur til enn eitt samráðingarumfar, sum verður í Reykjavík frá 14. til 16. februar, upplýsir Fiskimálaráðið.
Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður, sigur, at tað hevur stóran týdning, at Føroyar framhaldandi verja síni rættindi og krøv í makrelmálinum. Samstundis ásannar landsstýrismaðurin, at dentur verður lagdur á at finna semjur, tí í longdini tæna tær øllum pørtum best, sigur Jákup Mikkelsen.
