Føroya rættur viðgjørdi í gjár eitt mál móti eini mammu, sum er ákærd fyri at hava burturflutt síni egnu børn, hóast hon ikki hevur foreldrarættin.
Hendingin fór fram fyri góðum ári síðani. Kvinnan noktar seg seka.
Verjin hjá kvinnuni, Jógvan Páll Lassen, segði í rættinum, at av tí at umstøðurnar hjá foreldrunum vóru serligar, fór kvinnan til Føroya við børnunum.
Børnini eru framvegis í Føroyum, hóast pápin ikki býr í Føroyum. Málið kemur fyri aftur um nakrar mánaðir, og tá verða vitni eisini innkallað, sigur Jógvan Páll Lassen við Dag og Viku.
