Fyri fyrstu ferð í søguni kemur Hægstirættur til Føroya at viðgera eitt rættarmál.
Hósdagin 16. august fara sjey Hægstarættardómarar at viðgera stóra rættarmálið um meirvirðisgjaldið av skrásetingargjaldinum fyri bilar.
Hægstirættur hevur tikið málið, tí talan er um eitt prinsipielt mál.
Hægstirættur skal, eins og Føroya rættur og Eystari landsrættur, taka støðu til, um TAKS ólógliga hevur kravt merivirðisgjald av skrásetingargjaldinum á 12.200 akførum í tíðarskeiðnum 1999-2005.
Fáa bileigararnir viðhald fer tað at kosta landskassanum yvir 100 milliónir krónur.
Málið er seks ára gamalt. Í Føroya rætti fingu bileigararnir viðhald. Men í Eystara Landsrætti 20. januar í fjør fekk TAKS viðhald.
