- Vit hava tikið málið upp við hann.
Meira fæst aðalstjórin í Vinnumálaráðnum, Arne Poulsen, ikki at siga um støðuna hjá Brúkaraumboðnum, sum fekk fleiri atfinningar frá Landsgrannskoðanini.
Bókhaldið hjá Brúkaraumboðnum er longu flutt í Vinnumálaráðið.
Arne Poulsen vil ikki siga, um talan kann verða um at geva Brúkaraumboðnum eina ávaring. Tað einasta, aðalstjórin vil siga er, at Vinnumálaráðið hevur samskifti við Brúkaraumboðið, Andrass Holm Arge, um atfinningarnar hjá Landsgrannskoðanini.
