Í gjárkvøldið doyði ein 19 ára gomul genta av løstunum, hon fekk, tá tveir bilar í gjáramorgunin rendu saman í hálkuni.
Gentan var saman við tveimum øðrum í einum bili á veg til Havnar, tá tey í hálkuni komu út í skeiva vegabreyt á vegnum millum Fjarða og rendu í síðuna á einum mótkoyrandi bili.
Hini bæði í bilinum - ein maður síðst í 20’unum og ein kvinna um 20 ára aldur fingu álvarsligan skaða.
Maðurin, sum var einsamallur í hinum bilinum, fekk ikki stórvegis skaða.
