Klokkan 17 fara formenninir í teimum fýra fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum hava verið til seming, á fund at taka samanum, nú feløgini hava kunnað tey um leið 100 álitisfólkini um støðuna.
Selma Ellinsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, og Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, fara væntandi at gera ein niðurstøðu á fundinum, men í løtuni er ikki greitt, um niðurstøðan kemur í kvøld.
Brævaskifti hevur verið millum fakfeløgini og arbeiðsgevararnar, eftir at fakfeløgini havnaðu semingsuppskotinum.
Brævið, sum fakfeløgini sendu arbeiðsgevaranum, var tað sama, sum tey
góvu semingsmonnunum seinnapartin mikudagin. Í brævinum stendur, hvat
fakfeløgini vildu hava við í semingsuppskotið fyri at góðtaka tað. Men sambært
Selmu Ellingsgaard, forkvinnu í Starsvmannafelagnum, vildu semingsmenninir ikki
vita av brævinum, tí teirra arbeiði var liðugt.
Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum og Degi og Viku í kvøld.
Mynd: Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, kunnaði fyrrrapartin síni álitisfólk um semingsroyndina.
