Føroyar eru ein sangtjóð

Sára Jógvansdóttir - 27.jan 11:24 Dagførd: 31.jan 20:37

Fýra føroyingar eru framvegis við í songkappingini X-Factor

Songkappingin X-Factor er í hæddini, og í kvøld hava fólk høvi at síggja næst seinasta umfar av kappingini innan "live showini" byrja. Føroyingar hava áður verið við í songkappingini X-Factor, og hava klára seg væl, og í ár er heldur einki undantak. Heili fýra føroyingar eru framvegis við í kappingini. Sveinur, sum er ein teirra sigur, at hann metir at føroyingarnir hava góðan møguleika at syngja seg víðari.