Maðurin, sum er skuldsettur at hava dripið Dánjal Petur Hansen, skal sita fýra vikur afturat í varðhaldinum. Tað avgjørdi Føroya rættur í gjár
Fjølmiðlar og áhoyrarar fingu bert fyrsta partin við, tí ákærin, Linda Hesselberg, bað um, at rættarfundurin varð hildin fyri læstum hurðum. Dómarin eftirlíkaði hesum.
Áðrenn hurðin varð læst, varð skuldsetingin lisin upp.
32 ára gamli maðurin, sum er av útlendskum uppruna, er skuldsettur fyri manndráp, og í øðrum lagi fyri grovan harðskap, sum hevði við sær, at Dánjal Petur Hansen doyði.
Maðurin hevur sambært ákæruvaldinum dripið Dánjal Petur Hansen 4. november í fjør, og síðani beint fyri líkinum.
Skuldsetti maðurin, sum eisini skal mentalkannast, noktar seg sekan í øllum skuldsetingum.