09-05-2012 04:37

Nýggjur depil til børn og ung við fjølbreki

Mynd: Savnsmynd

Depilin, sum verður bygdur í Runavík, skal eftir ætlan standa liðugur í 2013

Jón Brian Hvidtfeldt  /  Johnsigurd Johannesen | 26. jan kl. 14:47 | Dagf. 26. jan kl. 14:48

Á sumri 2013 verður ein nýggjur depil til børn og ung við fjølbreki tikin í nýtslu í Runavík.

Almannamálaráðið boðar frá, at arbeiðið at byggja depilin nú fer í gongd.

- Talan verður um eitt nútímans tilboð við øllum hentleikum til øll børn og ung í Føroyum við fjølbreki, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna.

Virksemið ferr at fevna um eitt dagtilboð til 12 børn og ung við fjølbreki. Aftur at dagtilboðnum verður eisini ein umlættingareind við 8 plássum.

Nýggi depilin í Runavík fer at avloysa dagstovnin Reiðrið. 


Løgd út:
26. jan kl. 14:47
Dagførd:
26. jan kl. 14:48