Bókormar fáa bøkurnar - men e-bókin er framtíðin

Mynd: Savnsmynd

Vantandi frálærutilfar elvdi til størsta privata føroyska bókforlagið. Jonhard Mikkelsen, sum eigur Sprotan, var gestur í Morgunrøddini í morgun

Jóhann Mortensen | 23. jan kl. 14:33 | Dagf. 24. jan kl. 16:30

Ein e-bókaportalur verður væntandi tøkur í summmar. Tá eru helst einar 50 føroyskar bøkur komnar í eini talgildari - elektroniskari - útgávu. Ein bók um politikkaran, Torstein Peterensen, kemur í næstum og í vár kemur fyrsta bind av skaldsøguni Kristin Lavransdóttir eftir Sigrid Undset í føroyskari týðing

Høvundur:
Jóhann Mortensen
Løgd út:
23. jan kl. 14:33
Dagførd:
24. jan kl. 16:30