Leikur um eitt drápsmál
Eitt ótespiligt drápsmál í Onglandi er støðið undir leikinum - "Tey óndu" - sum leik-bólkurin Tvazz fer at framføra á Tjóðpallinum - fyrstu ferð leygarkvøldið.
Bogi Godtfred |
19. jan kl. 23:09 |
Dagf. 19. jan kl. 23:09
Leikurin snýr seg um tveir ungdómar í Liverpool, sum tóku tvey ára James Bulger, leiddu hann burtur úr býnum og slóu og píndu smádrongin til deyðis.-Leikarnir eru Gunnvá Zachariasen, Tine Gott-helf og Kjartan Hansen. Petra Berg Holbek hevur leik-stjórnað og Egil Barclay Høgenni Hansen hevur um hendi ljós og rúm. Aldursmarkið er 16 ár. Fyrsta sýningin verður leygardagin og tann seinasta 5. februar.Løgd út:
19. jan kl. 23:09