Miðlaheiðurslønir komnar fyri at vera

Mynd: Savnsmynd

Dómsnevndin hevur tilnevnt 20 uppskot, sum kappast um tær fimm Miðlaheiðurslønirnar. Vónandi er hetta tiltak, sum er komið fyri at vera, sigur Birgir Kruse, miðlaserfrøðingur

Kári Olsen | 19. jan kl. 11:34 | Dagf. 19. jan kl. 11:37

Dómsnevndin, sum skal finna bestu journalistisku avrikini í 2011, hevur úr at gera í hesum døgum. Íalt 117 uppskot komu inn til Miðlaheiðurslønirnar 2011, sum Felagið Føroysk Miðlafólk skipar fyri. Uppskotini eru býtt yvir fimm bólkar - ársins grein, ársins innslag, ársins dekningur, ársins mynd og ársins sending. Innkomnu uppskotini avspegla eina breiða viftu, sum umboðar alt føroyska miðlalandslagið. Umframt bæði stóru dagbløðini ? Dimmalætting og Sosialurin ? er einstøk fakbløð og portalar umboðað. Harumframt hava eisini loftmiðlarnir sent inn. Tiltakið, Miðlaheiðurslønirnar 2011, hevur til endamáls at heiðra tey miðlafólk, ið hava gjørt eitt gott journalistiskt arbeiði. Tiltakið skal ætlandi vera við til at stimbra og hækkað støðið á føroyskum journalistikki.

Høvundur:
Kári Olsen
Løgd út:
19. jan kl. 11:34
Dagførd:
19. jan kl. 11:37