Dagur fyri makar hjá krabbameinsraktum
18. januar skipar Kabbameinsfelagið fyri degi fyri makar hjá krabbameinsraktum
Sára Jógvansdóttir |
13. jan kl. 11:23 |
Dagf. 13. jan kl. 11:25
Tá krabbamein rakar, broytist gerandisdagurin, og tey avvarandi skulu taka støðu til nógv nýggj viðurskifti, bæði praktisk og kensluliga. Mitt í sorgini og stúranini skal makin hjá tí sjúka bæði hjálpa, ugga og fáa gerandisdagin at virka sum best. Tað hevur stóran týdning at fáa stuðul í einari slíkari støðu, og Krabbameinsfelagið fer tí at skipa fyri einum seinnaparti fyri makar hjá krabbameinssjúkum. Høvundur:
Sára JógvansdóttirLøgd út:
13. jan kl. 11:23 Dagførd:
13. jan kl. 11:25