Loyndarfull gáva
Margretha drotning fær eina gávu frá løgtingi og landsstýri, nú hon hevur verið ríkisleiðari í fjøruti ár.
Bogi Godtfred |
12. jan kl. 21:19 |
Dagf. 12. jan kl. 21:19
Men hvør gávan er, fáa vit ikki at vita, tí hon skal gerast - og tað er hon ikki enn. Tískil fær løgmaður heldur ikki handað Drotningini gávuna, nú hann er boðin til 40 ára hátíðarhaldið í Keypmannahavn. Gávan verður í staðin handað Drotningini í apríl mánað, tá hon hevur føðingardag,- verður sagt úr Tinganesi. Tað er IKKI tí at landsstýrið hevur gloymt 40 ára dagin, at gávan er seinkað, men tí at tingingar hava verið við Kongshúsið um, hvør gávan skuldi vera -- og tær hava verið drúgvari enn ætlað.Løgd út:
12. jan kl. 21:19