Brotnaði av um tvøran
Farmaskipið, sum brotnaði av um tvøran út fyri Ný Sælendsku strondini í gjár, hevur elvt til størstu náttúruvanlukku í Ný Sælandi nakrantíð.
Dagur & Vika |
10. jan kl. 05:24 |
Dagf. 10. jan kl. 05:24
- Einar 300 bingjur eru farnar í havið, og nakrar eru skolaðar upp á land. Myndugleikarnir hava stongt onkra strond og heitt á fólk um at vara seg vrakpettunum, sum kunnu verða vandamikil.
Tá farmaskipið Rena, sum er skrásett í Monrovia, fór á land út fyri Norðaru Oynni í Ný Sælandi 5. oktober, runnu 400 tons av tungolju í havið.
Oljan elvdi til størstu náttúruvanlukku í Ný Sælandi. 2.000 deyðir sjófuglar eru funnir, men hildið verður, at nógv fleiri fuglar eru deyðir. Myndugleikarnir hava fingið 1100 tons av olju úr skipinum og einar 400 bingjur.
Tað eydnaðist ongantíð at fáa skipið avftur, og í illveðri í gjár brotnaði tað av um tvøran. Tá veðrið batnar verður roynt at fáa fleiri bingjur av skipinum.
Løgd út:
10. jan kl. 05:24