Tey skúlatroyttu mugu ikki sleppast

Mynd: Savnsmynd

Umráðandi er at halda eyguni við teimum skúlatroyttu næmingunum. Størri vitan hjá lærarum um næmingar, sum hava serstakar trupulleikar, er avgerandi, sigur Karolina Matras, forkvinna í Fólkaskúlaráðnum.

Jákup Magnussen | 9. jan kl. 07:56 | Dagf. 9. jan kl. 11:02

Fólkaskúlin eigur at leggja lunnar undir, at næmingarnir megna at fullføra eina miðnámsútbúgving; fara undir eina tilgongd sum lærlingar av ymsum slag og gerast liðug sum sveinar ella klára seg væl í lívsins skúla og fáa eitt gott lív. Tí mugu síðstu skúlaárini í fólkaskúlanum síggjast í samanhangi við miðnámsútbúgvingarnar, og læru- og arbeiðsplássini. Hetta skrivaði Fólkaskúlaráðið í áliti, sum í summar varð handað landsstýriskvinnuni i mentamálum. Hyggja vit í samgonguskjalið, sæst, at landsstýrið sigur seg vilja leggja stóran dent á serundirvísingina.

Høvundur:
Jákup Magnussen
Løgd út:
9. jan kl. 07:56
Dagførd:
9. jan kl. 11:02