Føroyingur í ófriðarliga Sudan

Mynd: Savnsmynd

Óstøðug viðurskifti eru í sudanska landspartinum Darfur. ST hevur støðir í Darfur økinum, har ein føroyskur verkfrøðingur hevur eitt leiðandi starv. Signheðin Knudsen tryggjar støð síni við 700 monnum vatn, flutning, og aðrar veitingar.

Jákup Magnussen | 9. jan kl. 16:47 | Dagf. 9. jan kl. 21:24

Vápnaða stríðið í Darfur landspartinum í Sudan byrjaði í 2003, tá Sudanska Frælsisørslan, nevnd SLM/A, og Rættvísis- og Javnrættindarørslan, nevnd JEM, fóru at kríggjast móti stjørnini í Sudan. Og tað hevur ikki gingið stillisliga fyri seg; morð, rán, og dráp hava merkt stríðið.

Grundgevingin fyri álopinum var, at stjørnin í Sudan tók sudanesarar av arabiskum uppruna fram um sudanesarar av ikki-arabiskum uppruna. Sudanska stjørnin og JEM skrivaðu undir friðarsáttmála í 2010, men avtalan helt ikki. Støðan er tó meira fløkt enn so; stríðið er eisini um at fáa bestu landbúnaðarjørðina, umframt annað.

Jákup Magnussen ringdi til havnarmannin Signheðin Knudsen, fyri at frætta um støðuna i landinum, og hví hann hevur tikið eitt slíkt vandfult starv uppá seg. Leggjast kann afturat, at Signheðin Knudsen eisini var til arbeiðis fyri ST í gamla Jugoslavia.



Høvundur:
Jákup Magnussen
Løgd út:
9. jan kl. 16:47
Dagførd:
9. jan kl. 21:24