Oyrini tola ikki harða tónleikin
Granskarar og oyralæknar kring heimin eru samdir um, at vit skjótt fara at síggja fleiri oyrnaskaðar, enn vit hava sæð higartil. Orsøkin er ovurnýtsla av Mp3 og Ipod spælarum, ið verða skrúvaðir alt ov hart frá.
Jákup Magnussen |
6. jan kl. 08:46 |
Dagf. 6. jan kl. 08:50
Nýggjasta kanningin er gjørd á Tel Aviv University og kunngjørd í International Journal of Audiology. Kanningin umfataði 300 ungdómar í aldrinum 13 til 17 ár, og niðurstøðan er greið. Hon sigur, at hvør fjórði teirra er í vanda fyri at fáa oyrnaskaða í 30 ? 40 árs aldrinum, sum fylgja av skeivum lurtivanum.
Hesin veruleiki kann hava bæði persónligar, sosialar, og samfelagsligar avleiðingar við sær. Í Føroyum hava vit Felagið Fyri Hoyribrekað, og vit hitta skrivaran og talsmannin fyri felagið, Jákup Danielsen, til eitt prát um hetta evni og vandamál: Eisini fýrverk og byrsuskot kunna skaða hoyrnina. Ljóðið frá teimum eru langt omanfyri tilmælda markvirði.