Vill og still men ikki sjúk

Mynd: Savnsmynd

Tóra Tóroddsdóttir sigur, at bæði vill og still børn kunnu hava ring bindindi, og lesi- og skrivitrupulleikar. Væl ber til at fáa hesi á føtur, uttan heilivág. Flestu teirra eru ikki sjúk.

Jákup Magnussen | 5. jan kl. 15:21 | Dagf. 6. jan kl. 10:19

Orsøkin til trupulleikarnar byrja í móðurlívi. Tóra Tóroddsdóttir sigur, at tað hevur stóran týdning fyri lívið seinni, at barnið verður rurað nógv; eisini í fosturlívi. Tað hevur stóran tørv á húðsambandi; tørv á, at tað merkir seg sjálvt og lívið gjøgnum húðina. Tyngdarsansurin er sera umráðandi. Og eisini still børn kunnu hava ring bindindi. Sjálvt um viðgerðin av klombrutum og flákrutum børnum vanliga kemur undir tað vit kalla "sansaskipan", dámar Tóru ikki hetta spjaldur. Hon sigur, at talan er um vanlig menniskju, júst sum tú og eg. Vit øll kenna ymsa disfunksjón, til dømis tá vit eru strongd. Heldur kallar hon tey "Okkara Børn". "Okkara børn" eru ikki sjúk, ella hava tørv á psykiatriskari diagnosu...og enn minni á sissandi heilivági. Men um illa veit við, kunnu verða diagnostiseraði sum ADHD. Tí er umráðandi, at geva sær stundir at greina, hvat bagir barninum. Tóra Tóroddsdóttir var upprunaliga útbúgvin fysioterapeutur. Síðani fekk hon sær endurútbúgvingar í eitt nú spastologi og sansaskipan. Hon skrivaði í 1999 bókina Rura, ið snýr seg um sama evni.

Høvundur:
Jákup Magnussen
Løgd út:
5. jan kl. 15:21
Dagførd:
6. jan kl. 10:19